Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Heimasíðan: www.radgevingin.dk hevur til endamáls at lætta atgongdina til upplýsing.

Talan er um vegleiðandi almenna upplýsing.

Ábyrgd / Fyrivarni
Gjørt verður vart við, at upplýsing ikki kann javnmetast ella setast ístaðin fyri ítøkiliga ráðgeving.

Tilfarið er vegleiðandi og eftir okkara bestu sannføring rætt. Strembað verður eftir, at øll upplýsing er dagførd og so røtt sum gjørligt. Fyrivarni verður tó tikið. Ráðgevingin kann ikki fult út tryggja, at allir upplýsingar á heimasíðuni ella tulkingar av hesum upplýsingum eru heilt úttømandi, gyldugir ella neyvir. Ráðgevingin átekur sær heldur ikki ábyrgd fyri, at upplýsingar á øðrum heimasíðum, sum Ráðgevingin vísir til, eru rættar.

Ráðgevingin kann uttan ávaring og til eina og hvørja tíð broyta innihaldið á heimasíðuni.

Copyright/upphavsrættur
Innihaldið á www.radgevingin.dk er vart av lógini um upphavsrætt og er ogn hjá stovninum, Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.

Tað er loyvt at heinta (downloada) úrdráttir av heimasíðuni til privata nýtslu.

Loyvt er at endurgeva úr heimasíðuni, um víst verður til heimildina. Tað er bert loyvt at vísa til forsíðuna hjá www.radgevingin.dk