Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Ráðgevingin veitir tó ikki peningaligan stuðul.
Vit eru ein professionel og smidlig føroysk sosialráðgeving, ið strembar eftir at veita sínum viðskiftafólkum best møguligu tænastuna við støði í:
- Fyriskipanarligari dygd
- Fakligari og praktiskari dygd innan sosialráðgeving
- Borgaraupplivdari dygd
Sum ein tvítjóða ráðgeving millum Danmark og Føroyar, er okkara virkisøki fjøltáttað og umfatandi. Arbeitt verður við tveimum ymiskum lóggávum og reglum á nógvum sosialum økjum, og gjøgnum árini hevur Ráðgevingin ognað sær royndir, vitan og serkunnleika, ið viðskiftafólkini ikki kunnu fáa neyvari aðrastaðni.
Vit miðla eisini vitan og atgerðarmøguleikar innan sosialar spurningar og truplar støður. Bæði til tann einstaka, bólkar, í almenna rúminum og á politiskum stigi. Ráðgevingin virkar sum bindilið millum einstaklingar, stovnar og myndugleikar, har vit gera vart við stirvnar ella manglandi mannagongdar og lóggávur.
Málbólkar
- Føroyskir sjúklingar í viðgerð í Danmark og teirra avvarðandi.
- Føroyingar undir útbúgving í Danmark
- Føroyingar, sum flyta ímillum Føroyar og Danmark.
- Fastbúgvandi føroyingar í Danmark.
Ráðgevingin setir viðskiftafólkini í miðdepilin, og veitir fyrst og fremst ráð og vegleiðing í teimum spurningunum/trupulleikunum, sum tey hava. Vit leggja okkum eftir, at arbeiðið er rehabiliterandi, heilsufremjandi og fyribyrgjandi.
Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina, tú kanst ringja, senda teldupost ella koma persónliga. Ongin skráseting fer fram og ráðgevarnir hava tagnarskyldu.
Ársfrágreiðingar
Í ársfrágreiðingunum hjá Ráðgevingini ber til at síggja nærri um okkara virksemi, endamál og hagtøl um fyrispurningar. Ársfrágreiðingarnar kunnu lesast her: https://radgevingin.dk/arsfragreidingar/
Faldarar
Tveir faldarar eru um okkara virksemi á ráðgevingini, tú finnur teir her: https://radgevingin.dk/faldarar/
Útvarpsending
“Hjálpirøturnar í bláa húsinum”
Sissal Kampmann hevur verið á vitjan í Ráðgevingini og gjørt eina útvarpsending um Ráðgevingina og
virksemið hjá stovninum.
Hoyr sendingina HER