Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Forskotsuppgerð 2025

november 14, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerðin fyri 2025 liggur nú í skattamappuni. Tú finnur tína forskotsuppgerð við at rita inn á skat.dk við MitID. Kanna um upphæddirnar svara til tað tú væntar fyri 2025, og um tær ikki gera, so rætta upphæddirnar. Um tú hevur lønarinntøku og føroyafrádrátt skulu upphæddirnar […]

Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum

august 21, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi. Vit kunnu: Les meira um ymisk viðurskifti í samband við sjúku undir “Sjúklingar”

Pisudagar 2024

juli 22, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í tiltakinum hjá Betri Banka og MFS, Pisudagar – hósdagin 1. august kl. 18.00 í Tórshavn á Reinsarínum og týsdagin 6.august kl. 18.00 á deldini hjá Betri Banka í Klaksvík.

Føroyafrádráttur og honorar

maj 30, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Danski landsskattarætturin hevur broytt eina avgerđ hjá Skattestyrelsen, har ein føroyingur, sum er lesandi í Danmark, fekk nokta føroyafrádrátt (gæstestuderendefradrag) til inntøkur sum vóru goldnar honum sum honorar fyri tónleikaframførđslur. Vanlig praksis viðvíkjandi løn útgoldin sum honorar hevur verið, at fólk hava fingið noktað føroyafrádrátt, […]

Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2023

marts 13, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]

Ráðgevingin í Føroyum

februar 15, 2024 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 8, frá 19. til og við 22. februar 2024. Endamálið við ferðini er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka á […]

Jólafrí

december 21, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd frá 22. desember 2023 til 2. januar 2024. Vit ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.

Forskotsuppgerð 2024

november 15, 2023 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerðin fyri 2024 liggur nú í skattamappuni. Tú finnur tína forskotsuppgerð við at rita inn á skat.dk við MitID. Kanna um upphæddirnar svara til tað tú væntar fyri 2024, og um tær ikki gera, so rætta upphæddirnar. Um tú hevur lønarinntøku og føroyafrádrátt skulu upphæddirnar […]