Forskotsuppgerðin fyri 2024 liggur nú í skattamappuni. Tú finnur tína forskotsuppgerð við at rita inn á skat.dk við MitID.
Kanna um upphæddirnar svara til tað tú væntar fyri 2024, og um tær ikki gera, so rætta upphæddirnar.
Um tú hevur lønarinntøku og føroyafrádrátt skulu upphæddirnar eisini kannast eftir ella skrivast inn.
Tú kanst lesa nærri á heimasíðu okkara um forskotsuppgerð og føroyafrádrátt https://radgevingin.dk/lesandi/foroyafradrattur/