Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

.
Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgving frammanundan.

Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru førleikagevandi.

Eisini er undantak frá treytini um, at tú ikki hevur uppihildið tær í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar. Til hettar 6 mánaðar tíðarskeiði (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið, ið verður kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn.

Síðani er undantak fyri hjún, har bæði søkja um at koma inn á útbúgving og bert tann eini verður upptikin. Her verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi fyri hin hjúnafelagin, tó hægst í eitt tíðarskeið uppá í alt 2 ár.

Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um hesi undantøkini.

Les meira um Føroyafrádrátt her: