.
Nei, Føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku.
Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Tað kann tó koma fyri hjá summum, at skattur fer av arbeiðsinntøkuni og eingin skattur fer av SU. Tað týdningarmiklasta er, at Skat fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinntøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita.
Sambært dupultskattaavtaluni kann Føroyafrádráttur bert brúkast til inntøkur, sum koma undir heitið:
“Vederlag for tjenesteydelser”.
Les meira um Føroyafrádrátt her:
- Hvat er Føroyafrádráttur?
- Treytir
- Eru undantøk?
- Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin?
- Hvussu fái eg Føroyafrádrátt?
- Um tú fært noktað Føroyafrádrátt
- Sjálvuppgáva og Føroyafrádráttur
- Gildistíð fyri Føroyafrádrátt – hvussu leingi?
- Um tú ikki fert heimaftur
- Hvat sigur lógin?