Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Føroyafrádráttur og ársuppgerð/sjálvuppgáva.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2018, skalt tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.

Hevði tú ikki føroyafrádráttin á tíni forskotsuppgerð fyri 2018, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2018 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann áður.

Umsóknarblaðið finnur tú Her.


Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:

Ert tú lesandi og hevur havt føroyafrádrátt í 2018, skalt tú sjálv/ur skriva føroyafrádráttin á ársuppgerðina. Far inn á heimasíðina hjá SKAT – skat.dk – og logga á við NemID ella TastSelv-kodu.

Undir »Årsopgørelse« velur tú “Ret årsopgørelse/selvangivelsen for 2018”. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og fer niður til »Fradrag i personlig indkomst«. Her finnur tú teigarnar fyri føroyafrádráttin.

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 71.000 kr..

Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010  er frádrátturin býttur í tvey – føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 46.000 kr.

Um tú hevur forvunnið meira enn 46.000 kr., fert tú niður til ‘Ligningsmæssige fradrag’. Her finnur tú teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr..

GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.


Útlendsk inntøka

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2018 og skal brúka Føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.

Tá tú hevur skrivað upphæddirnar inn, trýstir tú á ‘Godkend’.

Síðani kemur ein mynd fram um, at broytingarnar eru móttiknar. Trýst á ‘fortsæt’.  Nú kenur ein mynd fram har tú kanst velja at síggja nýggju ársuppgerðina.

Minst til at broytingar skulu verða inni í seinasta lagi 1. mai 2019. Viðvíkjandi “Udvidet Selvangivelse” og “Selvangivelse for udenlandsk indkomst” er freistin 1. juli 2019 .

Søk føroyafrádrátt til útlendsku inntøkuna:

 

Sjálvuppgáva: løn frá útlandinum, undir uppihaldi í Danmark

 

Sjálvuppgáva: útlendsk inntøka, forvunnin uttanfyri Danmark

 

 

 

Les meira um Føroyafrádrátt her: