Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
juni 23, 2014 by Skattur No Comments

P-talið skal gerast virkið innan 15. juli 2014

Lesandi uttanlands, ið fara heim at arbeiða í frítíðini, skulu boða TAKS frá, at føroyska p-talið skal gerast virkið. Hetta skal gerast, tá tú veitst á leið, nær tú verður heima, tó innan 15. juli. Um p-talið ikki verður gjørt virkið, kanst tú ikki fáa løn útgoldna.

Tú kanst boða TAKS frá á telefon: +298 352600 ella við telduposti: taks@taks.fo

Á http://taks.fo/00004/01211/ finnst meira kunning og vegleiðing um skattaviðurskifti hjá lesandi.

Comments are closed.