Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt og í seinasta
lagi 15. juli 2015 boða TAKS frá, at p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn
útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan 15. juli, er møguligt at gera tað virkið aftur frá 10. august
2015.
Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um
p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig.
Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað
merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama
sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botnfrádráttin, verður
skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin.
Til ber at søkja um fulla skattskyldu í Føroyum her
Meira um skattaviðurskifti hjá lesandi kann lesast her
