Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Um tú ert limur í einum donskum A-kassa, kanst tú flyta yvir til ta føroysku ALS skipanina.

Áðrenn tú flytir til Føroyar, skalt tú venda tær til tín danska A-kassa. Har skalt tú biðja um eina váttan um limaskap. Hana skalt tú handa Arbeiðsloysisskipanini saman við tínum lønarseðlum fyri teir seinastu 12 mánaðirnar, tú hevur verið í arbeiði.

Um tú hevur fingið dagpengar útgoldnar tey seinastu 3 árini, skalt tú biðja A-kassan um at geva tær útskriftir yvir tær vikurnar, tú hevur fingið arbeiðsloysisstuðul í Danmark. Hesar verða mótroknaðar í ALS-tíðarskeiðnum.

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar.

Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 3 ára skeiði. Eftir hetta steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kanst tú koma inn í skipanina eftir somu treytum sum tey, ið søkja um arbeiðslooysisstuðul fyri fyrstu ferð.

Arbeiðsloysisskipanin
Tinghúsvegur 14
Postsmoga 3022
FO-110 Tórshavn
Tlf. 34 95 50
Fax. 34 95 51
Teldupostur: als@als.fo
www.als.fo

Tað ber til at fara til Føroyar at søkja sær arbeiði og taka arbeiðsloysisstuðul við sær.

Avtala er gjørd millum Beskæftigelsesministeriet og Vinnumálaráðið um samskipan av arbeiðsloysistrygging.

Avtalan inniber, at arbeiðstøk við rætti til arbeiðsloysisstuðul kunnu frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka sín arbeiðsloysisstuðul við sær úr Danmark til Føroyar fyri at leita sær eftir arbeiði.

Arbeiðsloysisstuðulin kann útflytast í upp til 3 mánaðir, tó ikki longri enn tað tíðarskeið, tá ið rætturin til arbeiðsloysisstuðul er uppi.

Tú skal venda tær til tín a-kassa og søkja um at fáa dagpengar við tær í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fráferð.

Í Føroyum, skal tú innan 7 dagar melda teg arbeiðstøkan hjá Arbeiðsloysisskipanini. Við tær skal tú hava eina váttan (PD U2) frá tínum a-kassa.

Avtalan liggur sum bilag 3 og 4 undir “Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland”

Bekendgørelse og avtalan