Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Stakir uppihaldarar hava rætt til (pr. 01.01.2024):

  • “Ordinært børnetilskud”.
    Upphæddin er 1.608 kr. hvønn ársfjórðing fyri hvørt barnið. Og eitt…
  • “Ekstra børnetilskud”.
    Upphæddin er 1.639 kr. hvønn ársfjórðing (bara einaferð hesa upphædd, ikki fyri hvørt barn).

Um tú lýkur treytirnar, fært tú veitingina ársfjórðingin aftaná, at tú ert flutt/ur til Danmarkar.

Tú skalt skjalprógva, at tú lýkur bústaðartreytirnar, nevniliga at tú hevur havt bústað ella arbeiði í danska ríkinum í minsta lagi 6 ár innan fyri tey seinastu 10 árini. Hettar kann skjalprógvast við einum búðstaðaryvirliti frá kommununi í Føroyum.

Barnaískoyti skal søkjast. Tú skalt søkja um barnaískoyti umvegis heimasíðina www.borger.dk: her