Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 10, 2016 by Skattur No Comments

Ráðgevingin hevur gjørt eina vegleiðing til føroyingar, sum starvast í Danmark og fáa føroyafrádrátt. Niðanfyri eru leinkjur og hyggjuráð, nú ársuppgerðin fyri 2015 verður tøk 14. mars.

Ársuppgerðina finnur tú á heimasíðuni hjá SKAT, og síðani ritar tú inn við NemID ella TastSelv-kotu.

Trýst á »Se årsopgørelsen for 2015« og kanna eftir um tølini eru røtt og hvørt føroyafrádrátturin er komin við á ársuppgerðina.

Metir tú ikki, at uppgerðin er røtt, trýstir tú á »Forside«, og vel hesuferð »Ret årsopgørelsen/selvangivelsen for 2015«.

Hevur tú ikki havt frádráttin á tíni forskotsuppgerð, koma teigarnar fyri føroyafrádráttin ikki fram á ársuppgerðini.

Náddi tú ikki at seta føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina fyri 2015, er neyðugt at senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2015 til SKAT.

Sí vegleiðing her

Fekst tú føroyafrádrátt í 2015, skalt tú vanliga sjálv/ur seta føroyafrádráttin á ársuppgerðina, har skynað verður millum lønarinntøkur í Danmark og úr Føroyum/útlandinum.

Fyrivarni verður tikið fyri at skermmyndirnar kunnu víkja frá heimasíðuni hjá SKAT, men heitini á teigunum eru tey somu.

GG.

Somuleiðis skal føroyafrádrátturin skal setast inn ymiskt, alt eftir hvørt tú byrjaði at lesa áðrenn ella aftan á 31. desember 2010.

              Donsk inntøka

Lestrarbyrjan eftir 31. desember 2010

Skrulla niður á »Fradrag i personlig indkomst«

Finn teigin »Fradrag for visse gæstestuderende begyndt efter 31.12.2010« (437).

Her setir tú tína ársinntøku – tó í mesta lagi 43.400 krónur.

Forvann tú meiri enn 43.400 krónur fyri ári, kanst tú seta upp til 36.000 krónur afturat á teigin fyri Ríkisfelagsskapsfrádrátt.

Skrulla so niður til »Ligningsmæssige fradrag«.

Finn teigin »Fradrag for fiskere, DIS begrænset fart mv.« (54), og set inn upphæddina sum tú forvann afturat teimum 43.400 krónunum – tó í mesta lagi 36.000 krónur.

Lestrarbyrjan áðrenn 1. januar 2011

Skrulla niður á »Fradrag i personlig indkomst«

Undir »Fradrag i personlig indkomst« finnur tú teigin »Fradrag for visse gæstestuderende begyndt før 1.1.2011« (491).

Her setir tú tína ársinntøku – tó í mesta lagi 71.000 krónur.

Inntøkur úr Føroyum/útlandinum

Hevur tú havt inntøku úr Føroyum/uttanlands í 2015, skal hon uppgevast í Danmark. Tó er bert neyðugt at upplýsa inntøku úr Føroyum/útlandinum, sum tú hevur fingið eftir, at tú flutti til Danmarkar.

Útlendsk inntøka forvunnin uttanfyri Danmark

Útlendsk inntøka forvunnin í Danmark

 

GG.

Ynskir tú føroyafrádráttin at fevna um uttanlandsinntøkuna, skalt tú senda SKAT umsókn um hetta – eisini um tú frammanundan hevur fingið Føroyafrádráttin.

Sí vegleiðing at søkja um føroyafrádrátt til uttanlandsinntøku her.

Minst til at broytingar í ársuppgerðini skulu verða inni í seinasta lagi 1. mai 2016.

Viðvíkjandi ‘Udvidet Selvangivelse’ og og ‘udenlandsk indkomst’ er freistin 1. juli 2016.

Comments are closed.