Søkjast kann um barnaansingarpláss, tá tú ert flutt/ur í danska kommunu. Bíðilistar eru, og tað gongur eftir, nær barnið er uppskrivað til stovnspláss.
Flestu kommunur hava “plássgaranti”. Í nøkrum kommunum ber til at søkja um ansingarpláss áðrenn tú ert flutt/ur, men tú skalt tá kunna vísa á nær tú flytir og til hvørja adressu, til dømis ein leigusáttmála. Spyr nærri á “Pladsanvisningskontoret” í kommununi, tú flytur til.
Kostnaður
Ymiskt er frá kommunu til kommunu, hvat stovnsplássini kosta. Um tað eru fleiri børn skal fullur prísur rindast fyri dýrasta plássi, hini systkini gjalda 50%.
Søkjast kann um heilt ella lutvíst frípláss. Inntøkumørkini pr. 01. januar 2025 eru hesi:
| Undir 208.100 | 0 % av fulla kostnaðinum |
| 208.101 – 212.715 | 5% av fulla kostnaðinum |
| 212.716 – 646.499 | Gjaldið hækkar við 1 % fyri hvørjar 4.614 kr. inntøkan hækkar. |
| 646.500 og hægri | 100 % |
Inntøkumarkið hækkar við 7.000 kr. fyri hvørt heimabúgvandi barn undir 18 ár út yvir tað fyrsta barnið.
Inntøkumarkið hækkar við 72.822 kr. fyri stakar uppihaldarar.
