Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Almennar reglur viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi í Føroyum

Tú kanst lesa nærri um galdandi reglur á www.barsil.fo

Um tú hevur barnsburðarfarloyvi og flytir til Føroya eru ymiskar reglur, sum gera seg galdandi.

Um tú hevur rætt til barsilsdagpengar frá donsku dagpeningaskipanini og lýkur ávísar treytir, er møguleiki fyri at varðveita barsilsdagpeningin, tá tú flytir til Føroya. Ein av treytunum er, at tú skalt búgva og uppihalda teg í Danmark tá barsilin byrjar.

Tú kanst lesa nærri um baril uttanlands í vegleiðing á Retsinformation

Um tú hevur barnsburðarfarloyvi og fær løn frá arbeiðsgevaranum, hevur tú framvegis rætt til lønina, tá tú flytir til Føroya.

Um tú ikki hevur ella ikki longur hevur rætt til dagpening ella annað endurgjald fyri inntøkumiss í samband við barsil í Danmark, er møguleiki fyri at fáa útgjald frá føroysku Barsilsskipanini,  um tú lúkar ávísar treytir.

Ráðast má til at søkja vegleiðing frá Udbetaling Danmark – Barselsdagpenge  og Barsilsskipanini í Føroyum, áðrenn tú flytir.

Barsilsskipanin verður umsitin av

Barsilsskipanin c/o TAKS
Postsmoga 2151
FO-110 Tórshavn

Tlf. 352600 – Faks 352601

www.barsil.fo
taks@taks.fo