Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
februar 10, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Ert tú áhugað/ur at skriva um føroysk viðurskifti í tíni bachelor-, master- ella kandidatritgerð? So vilja vit fegin hoyra frá tær. Vit hava góðar royndir av samstarvi við føroysk lesandi um ritgerðir, og ynskja fegin at halda fram.

Okkara leiklutur sum samstarvsfelagið við teg verður faklig sparring og vegleiðing, umframt møguleika fyri fíggjarligari samsýning, skuldi tín verkætlan verið partur av gerandisarbeiðinum í Ráðgevingini.

Ráðgevingin heldur til í Føroyahúsinum, og varðar av sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum fyri føroyingar í Danmark, og hava ritgerðir hesum viðvíkjandi sostatt serligan áhuga fyri okkum.

Uppgávurnar og virksemi í Ráðgevingini er ógvuliga fjølbroytt, og tískil eggja vit eisini fólki av ymsum útbúgvingum at seta seg í samband við okkum. Nøkur uppskot til yvirskipaðar spurdómar eru:

  • Vitanarstøðið og góðskan á kunningini á heimasíðuni hjá Ráðgevingini 
  • Føroyska ráðgevingin sum sosialt yrki:
    Hvussu kann sosiala yrkið lýsast eftir hugtøkunum hjá Pierre Bourdieu? (felt, habitus, kapitalur og symbolskur harðskapur) 
  • Við útgangsstøði í endmálsviðtøkunum hjá Ráðgevingini:
    Hvør er leikluturin hjá sosialráðgevanum, og hvør faklig mannagongd væntast í einum yrki uttan myndugleikauppgávur? 
  • Avbjóðingar og tvístøður hjá sosialráðgevum við rehabilitering sum starvsøki 

Hevur hetta tín áhuga, ella liggur tú sjálv/ur við einum góðum hugskoti, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost til radgevingin@radgevingin.dk innan 10. Mars 2017.

Minst til at knýta uppí
Navn
Útbúgving/lestrarøki
Grundgeving um hvussu/hví hettar hevur tín áhuga.
Egnan spurdóm ella ein av teimum omanfyri.

Vit seta okkum í samband við teg, eftir at freistin er farin.
Eru fleiri um áhugað, raðfesta vit millum innkomnu verkætlanaruppskotini.

Comments are closed.