Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
september 12, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Kom og set okkum spurningar hóskvøldið 14. september í Føroyahúsinum!

Eins og undanfarin ár tekur Ráðgevingin lut á útisetakvøldinum í Føroyahúsinum, sum BankNordik skipar fyri.

Tiltakið er ætlað sum eitt hugnakvøld, har nýliga tilfluttir føroyingar fáa høvi at kunna seg um praktisk ivamál við at flyta til Danmarkar.

Vit hava fleiri enn 30 ára royndir við spurningum frá føroyingum, ið eru fluttir niður, og gleða okkum at hoyra frá tykkum hóskvøldið 14. september.

Umframt okkum, vera eisini umboð frá BankNordik, Samvinnuni og Ó, ið kunna um lestrar- og summarstørv í Føroyum.

Í steðginum verður ábit frá Hiddenfjord, og ein liveframførsla við FRUM.

Tiltakið er ókeypis, og nærri kunning sæst á Facebook her.

Comments are closed.