Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
juli 25, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Í viku 31 eru vit í Føroyum, har vit taka lut í kunningartiltøkunum fyri føroyingar, ið ætla sær at fara undir víðari lesnað.

Talan er um Pisudagarnir, sum MFS og Betri banki skipa fyri, og »Hjálp, eg skal uttanlands at lesa«, sum Ó og BankNordik skipa fyri. Vit gleða okkum at hitta tykkum, og tit kunnu vitja facebook tiltøkini um leinkjurnar niðanfyri, fyri nærri kunning.

Týskvøldið 31. juli 2018 kl. 19 á deildini hjá Betri í Klaksvík

Mikukvøldið 1. august kl. 19. á Ungdómsdeildini hjá Betri í miðbýnum, Tórshavn.

Hóskvøldið 2. august kl. 19 á høvuðssætinum hjá BankNordik, Tórshavn.

Vegna luttøku á tiltøkum í Føroyum er bert møguligt at venda sær til Ráðgevingina við telduposti ella í boðklivan hjá okkum á Facebook í tíðarskeiðnum 30. juli til 3. august 2018.

Harafturat er Ráðgevingin stongd frá 6. august og til og við 12. august 2018 vegna feriu.

Comments are closed.