Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Í samband við viðgerð uttanlands syrgir Føroyska sjúkrahúsverkið fyri, at tú fært eitt danskt persónnummar (CPR-nr.), og setir seg í samband við teg um hetta innan fráferð. Hevur tú havt danskt persónnummar áður, so ger vart við tað, tí so fært tú somu tøl aftur.

Tá tú hevur eitt CPR-nr. ber til at fáa atgongd til tína journal umvegis www.sundhed.dk  ella Min Sundhedsplatform, men innritan krevur eitt MitID. Hetta mást tú sjálv/ur fáa til vega umvegis – antin umvegis Ríkisumboðið í Føroyum, við galdandi passi (bæði føroyskt og danskt pas kunnu brúkast) ella við at møta persónliga á Borgerservice í Danmark.

MitID umvegis Ríkisumboðið, sí nærri HER

MitID við MitID-appini og galdandi passi, sí nærri HER

MitID umvegis Borgerservice. Tú skalt møta persónliga og bestilla tíð á Borgerservice í býnum har viðgerðin fer fram. Tú skal hava galdandi danskt pass við røttum CPR-nr. Neyðugt er eisini at hava onkran við sum vitni, sum eisini skal hava ID pappír við, sum hevur CPR-nr. á og viðkomandi skal hava havt MitID í minsta lagi í 3 mdr.