Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark søkir sosialráðgeva 30 tímar um vikuna frá 1. apríl 2021 ella eftir nærri avtalu.
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at veita føroyingum í Danmark ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og útbúgvingarligum viðurskiftum.
Vit bjóða eitt fjølbroytt, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. Okkara visjón er at bjóða eina sosiala heildarráðgeving við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka. Okkara fremsta virksemi er ráðgeving, vegleiðing, kunning, fyribyrging, heilsufremjan, rehabilitering og menning.
Tú verður partur av einum ágrýtnum og professionellum arbeiðsplássi í einum toymi av tveimum sosialráðgevum. Skrivstovan liggur í góðum sosialum og fysiskum karmum á Norðuratlantsbryggjuni.
Starvsøki
Tú kemur inn í eitt breitt og avbjóðandi arbeiðsøki við ymsum uppgávum, so sum, at:
- Ráðgeva, vegleiða og undirvísa innan sosial viðurskifti
- Kunna um føroyska og danska lóggávu, harímillum skattaviðurskifti
- Ráðgeva og vegleiða føroyingum undir útbúgving og føroyingum, sum eru búsettir í Danmark
- Ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum sum eru í viðgerð í Danmark og teirra avvarandi
- Ráðgeva og vegleiða um flyting millum Danmark og Føroyar
- Samskipa og raðfesta uppgávur, umframt at vísa fólki til viðkomandi stovnar og serfrøðingar
- Leggja fram kunning fyri almennum, politiskum stovnum og áhuga- og yrkisfeløgum
- Miðla kunning á okkara heimasíðu og øðrum netmiðlum
- Menning av uppgávum innan sociala øki
- Taka tær av fyrisitingarligum uppgávum
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin sosialráðgevi og hevur viðkomandi starvsroyndir
- Hevur førleika at veita sosiala heildarráðgeving
- Dugir at arbeiða tvørfakliga og hevur góð samstarvsevnir
- Ert køn/ur at samskifta á bæði donskum og føroyskum í skrift og talu
- Ikki smæðist burtur at leggja fram kunning
- Hevur førleikar innan fyrisitingarligt arbeiði og digitalt samskifti
- Dugir og leggur dent á at arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og smidligt
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við Dansk Socialrådgiverforening.
Sí meira um Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark á www.radgevingin.dk
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Bjørg Svartá, sosialráðgeva, á tlf. +45 33 23 99 80 ella við telduposti til: bjorg@radgevingin.dk ella umvegis sikker@mail
Umsóknarfreist
Umsókn við CV, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 14.2.2021 kl. 12.00. Samrøður verða 16. og 17. februar 2021.
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Att. Nevndin
Strandgade 91, 4.
1401 København K
ella við telduposti umvegis: sikker@mail