Leiðbeining 1 – Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:
Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú ‘ret årsopgørelse’. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og finnur teigarnar fyri føroyafrádrátt.
Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437 ‘Gæstestuderendefradrag’. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 46.500 kr.
Um tú hevur forvunnið meira enn 46.500 kr., fert tú til teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr.
GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11, donsk lønarinntøka. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.
Leiðbeining 2 – Soleiðis søkir tú um Føroyafrádrátt:
Tú skalt útfylla eitt umsóknarblað ‘Ansøgning om fradrag som udenlandsk studerende eller erhvervspraktikant i Danmark og senda tað til Skat umvegis tína skattamappu, saman við skjalprógvi fyri at tú ert lesandi, til dømis lestrarkort.
Umsóknarblaðið finnur tú Her.
Tú skrivar ein teldupost umvegis skat.dk
> Vel ‘kontakt’ ovast til høgru og síðani >’skriv til os’ > ‘indkomst og fradrag > Årsopgørelse 2020 > Spørgsmål og ændringer til årsopgørelsen > Andre spørgsmål til ændringer
‘
Í skriviteigin skrivar tú, at tú ert føroysk/ur lesandi í Danmark og at tú viðheft sendir umsókn um gæstestuderendefradrag og avrit av lestrarkorti.
Viðheft skjølini, skriva tlf.nr. og ‘send’ .
