Ráðgevingin hevur fingið fleiri fyrispurningar frá føroyingum, búsettir í Danmark, um møguleikan at fara til Føroyar at ansa sínum nærmastu heima ta seinastu tíðina og fáa eina samsýning (plejevederlag ) um tey hava inntøkumiss. Hetta er ein skipan sum er heimilað í donsku servicelógini og gevur dønum møguleika fyri samsýning tá tey ansa sínum nærmastu ta seinastu tíðina, uttan mun til um tey nærmastu búgva í Danmark ella í einum EU-landi. Føroyingar búsettir í Danmark hava ikki haft møguleika at taka hesa skipanina við til Føroyar.
Ráðgevingin metti at talan var um eina markaforðing og tí var spurningurin viðgjørdur í samstarvsbólkinum um markaforðingar hjá Ráðgevingini, Sendistovuni í Keypmannahvan og føroysku fólkatingsumboðunum. Avgjørt varð at arbeiða víðari við spurninginum politiskt í Fólkatinginum og nú er lógarbroytingin framd, sum javnsetir Føroyar við Danmark og londini í EU.
Lógarbroytingin í Bekendtgørelse nr. 785 frá 13.06.23 merkir, at føroyingar búsettir í Danmark kunnu fara til Føroyar at ansa teirra nærmastu ta seinastu tíðina og tey kunnu søkja um samsýning sambært § 120 í Servicelógini. Les meira her: https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2023785