Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Tú kann søkja um CPR-nr hjá Ríkisumboðnum og fáa vegleiðing at fáa MitID á Ríkisumboðnum, her: https://www.rigsombudsmanden.fo/

Annars kann tú fáa CPR-nr tá tú boðar frá flyting í nýggju kommunini í Danmark.

Tað ræður um at fáa CPR-nr skjótast til ber, tí tað er neyðugt, tá tú skal søkja SU,  skriva børn upp til dagstovn, søkja um barnaískoyti og annað.

MitID er tín talgildi samleiki í Danmark, sum ger tað trygt at senda persónligar upplýsingar. MitID verður nýtt til alt alment samskifti, t.d. við Skat, SU, e-boks, fyritøkur og netbankar. Til tess at fáa MitID, skalt tú fyrst hava eitt danskt CPR-nr.

Hevur tú danskt CPR-nr og pass ber til at fáa MitID, sí vegleiðing her: https://www.mitid.dk/kom-i-gang-med-mitid/faa-mitid-med-pas/?language=da-dk