Tá tú flytir til Danmarkar, er høvuðsreglan, at tú kemur undir fulla skattskyldu í Danmark frá tí degi, tú ert skrásett/ur sum flutt/ur á fólkayvirlitinum.
Tú skalt venda tær til SKAT fyri at blíva fyribils skattaskrásett/ur (forskudsregistreret). Tú kanst logga á skat.dk við NemId, velja forskudsopgørelse og útfylla teigarnar ella senda ein teldupost umvegis skattamappuna. Tú kanst eisini ringja á telefon nr. (+45) 72 22 18 18. Tú fært síðani eina forskotsuppgerð (forskudsopgørelse) við einum skattakorti. Á hesum sæst, hvussu stóran frádrátt tú hevur, og hvussu nógv prosent, ið skulu gjaldast í skatti.
Skattakortið verður sent elektroniskt til arbeiðsgevaran ella til tann stovn/myndugleika, sum tú fært veiting frá.
Í Danmark fært tú ein persónsfrádrátt uppá 48.000 kr. (2023) árliga. Tú fært ongan barnafrádrátt, um tú hevur børn. Ein barnafamiljuveiting (børne-ungeydelse) kemur í staðin.
Umframt persónsfrádráttin, hevur tú rætt til “ligningsmæssige fradrag” – til dømis frádrátt fyri rentur av lánum bæði í Føroyum og Danmark, útreiðslur til limaskap í fakfelagi og arbeiðsloysiskassa og Føroyafrádrátt, um tú lýkur treytirnar.
Í Danmark skalt tú gjalda eitt arbeiðsmarknaðar gjald (AM-bidrag) uppá 8 % av arbeiðsinntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður.
Nærri upplýsingar um skatting eru at finna heimasíðuni hjá Skat: www.skat.dk
Sí eisini: