Hvussu er við flyting av fólka- og fyritíðarpensjón úr Føroyum til Danmarkar?
Fólkapensjón
Tú skalt venda tær til Almannaverkið á tlf. (+298) 360000 ella senda ein teldupost til av@av.fo og siga frá, at tú flytir til Danmarkar og ynskir at fáa pensjónina yvirflutta.
Almannaverkið útflýggjar “flyttemeddelelse for pensionister”, yvirlit yvir pensiónsveitingina. Hesi skjølini skulu latast donsku tilflytingarkommununi.
Í Danmark verður pensjónin goldin afturút.
Fyritíðarpensjón
Um tú hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum og flytur til Danmarkar, fært tú sjálvvirkandi tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært ‘lov om social pensjon’.
Mannagongdin er, at tú fyrst kunnar Almannaverkið um, at tú flytur. Kommunan tú flytur til í Danmark, skal aftaná flytingina biðja um nøktandi upplýsingar á donskum frá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur skyldu til, í seinasta lagi 1 mánað aftaná áheitan, at veita nøktandi upplýsingar til viðgerð av umsókn um fyritiðarpensjón í Danmark.
Um tú hevur fingið tillutað miðal ella lægstu fyritíðarpensjón í Føroyum og flytur til Danmarkar, kannst tú varðveita tína fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, hóast tú er búsitandi í Danmark. Vit mæla til, at tú skjótast gjørligt vendir tær til kommununa tú flytur til í Danmark, fyri at fáa avklára tínar møguleikar aftaná 12 mánaðir, tá útgjald av pensjón úr Føroyum steðgar.
Leinkja til lóg
Leinkja til lógaruppskot
Vit mæla til, at tú í landinum tú flytur frá, biður um avrit av týðandi skjølum í málinum, so tú hevur skjølini sjálv/ur.