Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum

september 2, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi í sosialum viðurskiftum. Vit kunnu: Ráðgeva og vegleiða í persónligum og sosialum spurningum Upplýsa um rættindi Hjálpa við umsóknum Virka sum sambindingarlið millum teg, mynduleikar og stovnar […]

Ráðgevingin er í Føroyum

juli 26, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í kunningartiltøkum hjá Bank Nordik og hjá Betri Banka Vit luttaka í tiltakinum Betri Pisudagar 5. august 2021

Ráðgevingin er í Føroyum

juli 26, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í kunningartiltøkum hjá Bank Nordik og hjá Betri Banka. Vit luttaka í tiltakinum hjá Bank Nordik í Klaksvík 2. august og í Tórshavn 3. august 2021.

Ráðgevingin heldur summarfrí

juli 21, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Ráðgevingin er stongd í viku 30, frá mánadegnum 26. juli til fríggjadagin 30. juli 2021.

Persónlig viðtala

juni 28, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Tað ber nú aftur til, eftir avtalu at koma til persónliga viðtalu í Ráðgevingini. So ring ella send ein teldupost og avtala eina tíð. Eisini kunnu vit framvegis hittast á Teams.

Korona-koppseting

juni 2, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Føroyingar, ið eru fyribils staddir í Danmark, kunnu eisini verða koppsettir móti koronu.  Einasta krav er, at man er í landinum í minsta lagi í 30 dagar og ikki er komin til landið við tí fyri eyga at verða koppsettur. Um føroyingar ynskja at verða […]

Ráðgevingin er stongd hósdagin 27. mai

maj 26, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Ráðgevingin er stongd hósdagin 27. mai vegna móttøku í samband við, at Randi Johannesen fer frá á eftirløn. Móttøkan er vegna coronatilmælum fyri innbodnum.

1. mai byrjaði Ingrid í Ráðgevingini

maj 12, 2021 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

1.mai byrjaði Ingrid Jensen í Ráðgevingini. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, umframt at hava masterútbúgving í sosialum arbeiði. Ingrid hevur drúgvar starvsroyndir bæði í Føroyum og í Danmark, og vit eru fegin um at fáa gagn av hennara vitan og royndum.