Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

.
SU byggir á eina ”klippikortskipan”, har ein mánaði svarar til eitt klipp. Tann lesandi fær tillutað klipp svarandi til ásettu lestrartíðina. Mann kann í mesta lagi fáa 70 klipp, svarandi til 6 ár. Eitt klipp er kr. 6.820- áðrenn skat í 2024. 

Til ta einstøku útbúgvingina fær tann lesandi stuðul í ásettu lestrartíðini. Um tú byrjar fyrstu framhaldsútbúgving seinast 2 ár aftaná lokna miðnámsútbúgving, fært tú 12 eyka klipp.

Byrjar útbúgvingin 1. juli 2016 ella seinni, kanst tú hægst verða seinkað /seinkaður 6 mdr. (ects). Ert tú seinkað/seinkaður meira, steðgar SU. Tað er eisini galdandi við skift frá bachelor til kandidat.

Tú kanst fáa eyka SU-klipp í sambandi við barnsburð – sokallað ”fødselsklip”. Mamman og pápin kunnu fáa upp til 9 klipp eyka hvør til stuðulstíðina. Bæði foreldur kunnu geva hinum upp til 3 klipp. Fødsilsklippini kunnu útgjaldast á ymiskan hátt – sum vanlig klipp, sum dupultklipp og miksklipp. Les meira á síðuni hjá SU: her, tosað við SU-kontórið á útbúgvingarstovninum ella vend tær/tykkum til Ráðgevingina, so besta loysnin kann finnast í einstaka førinum.

Tú kanst søkja um at fáa eyka klipp, um tú ert seinkað/ur í einum tíðarskeiði við SU orsakað av studentapolitiskum arbeiði, sjúku ella øðrum serligum viðurskiftum.

Studningur til ungdómsútbúgvingar verður ikki taldur við í klippikortinum.

Les meira um S.U. her: