Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark


Eyka S.U. um tú hevur barn/børn ella tá tú fært barn.

Um tú ert sambúgvandi við einum øðrum S.U.-móttakara ella tú ert einligur uppihaldari, hevur tú møguleika fyri at søkja eitt ískoyti frá S.U. Um tú ert uppihaldari hevur tú møguleika fyri at taka eitt eyka S.U.-lán. Barnið skal verða undir 18 ár og hava fólkayvirlitsadressu hjá tær. Tað eru tíni viðurskifti ta fyrsta døgnið í ársfjórðinginum, sum avgerð um tú lýkur treytirnar.

Um tú fært barn, meðan tú ert undir lesnaði, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka S.U. klipp.

Her verður stutt greitt frá høvuðsreglunum, nærri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá S.U. – su-forælder

Ískoyti til uppihaldarar sum búgva saman við øðrum S.U.-móttakara
Um tú ert uppihaldari og býrt saman við øðrum S.U.-móttakara, kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 2.724 kr. 2024 um mánaðin. Tað er ein treyt, at tín sambúgvi fær S.U. og hevur fingið S.U. í minsta lagi 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at søkt verður.

Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá S.U. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur S.U. frá, velur tú eisini ískoyti frá.

Tú kanst ikki fáa ískoyti frá S.U. og samstundis søkja um “Børnetilskud til forældre under uddannelse” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing.

Ískoyti til einligar uppihaldarar
Um tú ert einligur uppihaldari og fært S.U., kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 6.820 kr. 2024 um mánaðin. Treytin er, at tú fært “Ordinært og ekstra børnetilskud” frá kommununi.

Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá S.U. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur S.U. frá, velur tú eisini ískoyti frá.

Tú kanst ikki fáa ískoyti sum einligur uppihaldari samstundis við “Børnetilskud til forældre under uddannelse” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing.

S.U.-lán til uppihaldarar
Uppihaldarar, sum fáa S.U., kunnu fáa eitt eyka S.U.-lán uppá 1.745 kr. 2024 um mánaðin. Søkt verður á “min SU” á heimasíðuni hjá S.U.

Lánið verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur studning frá, velur tú eisini lánið frá. Tú kanst fáa lán til uppihaldarar samstundis sum tú fært ískoyti til einligar uppihaldarar ella ískoyti til uppihaldara, íð býr saman við øðrum S.U.-móttakara. Men tú kanst ikki fáa lánið samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing ella ættleiðing.

Eyka S.U., tá tú fært barn
Um tú fært barn, meðan tú ert undir lesnaði og fær S.U., hevur tú møguleika fyri at fáa eyka S.U.

Treytin er, at tú skalt vera lestrarvirkin mánaðin áðrenn tú fært eyka S.U., men tú nýtist ikki at verða lestrarvirkin, meðan tú fært eyka S.U. Tú skalt verða innskrivað á útbúgvingarstovninum og lúka tey vanligu krøvini fyri at fáa S.U.

Mamman og pápin hava rætt til 9 mánaðar eyka SU hvør. Tú velur sjálv/sjálvur nær í útbúgvingini tú vil hava útgoldið eyka S.U. Mamman kann fáa útgoldið eyka S.U. frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og pápin kann fáa eyka S.U. frá tí mánaðinum barnið er føtt. Tú skalt nýta tey eyka klippini í tí útbúgvingini, sum tú ert í gongd við, tá tú fært barnið. Tú kanst sostatt ikki yvirføra tey eyka klippini til eina nýggja útbúgving, heldur ikki frá eini bachelor til eina kandidatútbúgving.

Tú søkir um tey eyka klippini á “Min SU” á heimasíðuna hjá S.U. – www.su.dk

Um tú gongur á einari víðarigangandi útbúgving, kanst tú fáa útgoldið eyka klippini sum einkultklipp, dupultklipp ella miksklipp. Um tú velur miksklipp, so fært tú útgoldið eyka S.U. saman við tínum vanliga S.U., og tá skalt tú vera lestrarvirkin og heiltíðarlesandi. Tú velur sjálv/sjálvur útgjaldingarháttin og tað er ikki neyðugt at velja sama háttin fyri øll eykaklippini.

Um tú gongur á einari ungdómsútbúgving, kanst tú fáa útgoldið eykaklippini sum einkultklipp ella dupultklipp. Mamman kann fáa eyka S.U. frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og til 12 mánaðir aftaná hon hevur átt. Pápin kan fáa útgoldið eyka S.U. innanfyri teir fyrstu 6 mánaðirnar aftaná at barnið er føtt.

Um tú hevur fingið barn 9 mánaðar áðrenn útbúgvingin byrjar (stakir uppihaldarir tó 12 mánaðir), ella meðan tú hevur orlov, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka S.U. Um tú til dømis hevur fingið eitt barn í apríl og byrjar útbúgvningina í september, kanst tú fáa 5 eyka klipp.