Samband við Ráðgevingina
Ráðgevingin heldur til í hølum á Norðuratlantisku Bryggjuni. Tit kunnu ringja, senda teldupost ella koma til persónliga viðtalu eftir avtalu.
Pisudagar 2022
Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í tiltakinum hjá Betri Banka og MFS, Pisudagar 2022 tann 2. august kl 18.00, Yviri við Strond 2.
Ráðgevingin heldur summarfrí
Ráðgevingin er stongd í viku 29 og 30, frá mánadegnum 18. juli til fríggjadagin 29. juli 2022.
Nýggj krabbameinsætlan
Nýggj krabbameinsætlan er í apríl 2022 handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Í Krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli, sum eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt verður um hagtalsgrundarlagið. Ráðgevingin hevur verið limur í tilvísingarbólkinum fyri krabbameinsætlanina og hevur […]
Ársuppgerð og føroyafrádráttur
Leiðbeining 1 – Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina: Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú ‘ret årsopgørelse’. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og finnur teigarnar fyri føroyafrádrátt. Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437 ‘Gæstestuderendefradrag’. Lønarinntøkuna […]
Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2021
Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]
Ráðgevingin í Føroyum
Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 9, frá 28. februar til og við 3. mars 2022. Endamálið við ferðini er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka […]