Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
maj 12, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Nýggj krabbameinsætlan er í apríl 2022 handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Í Krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli, sum eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt verður um hagtalsgrundarlagið.

Ráðgevingin hevur verið limur í tilvísingarbólkinum fyri krabbameinsætlanina og hevur í tí sambandi skrivað viðmerkingar til fleiri partar av krabbameinsætlanini, serliga teir partarnir sum handla um viðgerð í Danmark.

Tú kannst lesa nærri um nýggju krabbameinsætlanina á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum https://www.hmr.fo/fo/arbeidsokir/heilsa-og-fyribyrging/krabbameinsaetlan-fyri-foroyar/

Comments are closed.