Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Tvøst og spik við til Danmarkar

november 3, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Føroyingar búsettir uttanfyri Føroyar skulu søkja um útflutningsloyvi á Havstovuni https://www.hav.fo/index.php Síðan skal útflutningsloyvið sendast til danska myndugleikan, Miljøsturelsens CITIS-sektion, sum skal geva innflutningsloyvi til Danmarkar. Tað kostar kr. 630,- og kann taka 2-4 vikur at viðgera umsóknina. Flytur tú inn grind til Danmarkar uttan […]

Fólkatingsvalið 1. novembur 2022

oktober 13, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Føroyingar sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 31. oktobur, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark. Tú kannst brævatkvøða frá 11. oktobur. Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí atkvøðurnar skulu vera frammi […]

Hernaðarskylda

september 26, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1, stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í minsta […]

Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum

september 12, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi. Vit kunnu: Les meira um ymisk viðurskifti í samband við sjúku undir “Sjúklingar”

Samband við Ráðgevingina

august 31, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin heldur til í hølum á Norðuratlantisku Bryggjuni. Tit kunnu ringja, senda teldupost ella koma til persónliga viðtalu eftir avtalu.

Pisudagar 2022

juli 30, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í tiltakinum hjá Betri Banka og MFS, Pisudagar 2022 tann 2. august kl 18.00, Yviri við Strond 2.

Ráðgevingin heldur summarfrí

juli 14, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd í viku 29 og 30, frá mánadegnum 18. juli til fríggjadagin 29. juli 2022.

Nýggj krabbameinsætlan

maj 12, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Nýggj krabbameinsætlan er í apríl 2022 handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Í Krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli, sum eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt verður um hagtalsgrundarlagið. Ráðgevingin hevur verið limur í tilvísingarbólkinum fyri krabbameinsætlanina og hevur […]