Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark hevur nú endiliga fingið eina meira dagførda heimasíðu.
Eftir at gamla heimasíðan hevur tænt okkum væl líka síðani ár 2000, so var tíðin nú komin til eina dagføring av gomlu skipanini. Innihaldið er nett tað sama – við onkrum smáum broytingum í innihaldinum, umframt at okkurt er lagt aftrat, men nú verður lættari hjá Ráðgevingini at koma við dagførdum tíðindum til brúkarar sínar.
Elin Brimheim Heinesen, sum í síni tíð gjørdi gomlu heimasíðuna hjá Ráðgevingini, hevur eisini gjørt ta nýggju heimasíðuna, og hjálpt okkum at brúka nýggju skipanina. Ráðgevingin er sera fegin um, at vit endiliga hava fingið eina nýggja heimasíðu.
