Frá 10. mars kanst tú síggja ársuppgerðina hjá tær á heimasíðuni hjá SKAT – www.skat.dk – logga á TastSelv Borger við NemId ella TastSelv-kodu.
Les uppgerðina gjølla ígjøgnum og kanna eftir um tølini eru røtt. Um tølini eru røtt, setur tú flugubein við. Um teigarnir eru læstir, heldur tú bara áfram.
Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2013, skalt tú skriva føroyafrádráttin á, tí tað gongur ikki automatisk. Í flestu førum vil tað standa ein írestandi skattur á uppgerðini. Niðanfyri er ein leiðbeining um, hvussu tú skrivar føroyafrádráttin uppá uppgerðina. Sum eina roynd hava vit í ár eisini gjørt eina videoleiðbeining.
Um tú hevur havt inntøku í Føroyum/uttanlanda í 2013, skal inntøkan uppgevast í Danmark við at útfylla teigarnir undir “Udenlandsk indkomst”.
Minst til at broytingar skulu verða inni í seinasta lagi 1. mai 2014. Viðvíkjandi “Udvidet Selvangivelse” og “Selvangivelse for udenlandsk indkomst” er freistin 1. juli 2014
Videoleiðbeining:
Leiðbeining til føroysk lesandi – føroyafrádráttur og sjálvuppgáva
Um tú ert lesandi og hevur rætt til føroyafrádrátt í 2013, skalt tú sjálv/ur skriva føroyafrádráttin á ársuppgerðina. Far inn á heimasíðina hjá SKAT – skat.dk – og logga á við NemID ella TastSelv-kodu.
Undir Årsopgørelse velur tú “Ret årsopgørelse/selvangivelsen for 2013”. Undir yvirskriftini “Indkomst og fradrag” trýstur tú á “Vis alle rubrikker” og fer víðari niður til “Fradrag i personlig indkomst”. Her finnur tú teigarnar fyri føroyafrádrátti.
Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr..
Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010 er frádrátturin býttur í tvey – føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 42.000 kr..
Um tú hevur fortjent meira enn 42.000 kr., fert tú niður til “Ligningsmæssige fradrag”. Her finnur tú teig 54 “Standardfradrag for børnedagpleje/fiskere…” og her skalt tú skriva Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddina í mesta lagi 36.000 kr..
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.
Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2013 og skal brúka Føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir “Udenlandsk indkomst”, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.
Tá tú hevur skrivað upphæddirnar inn, trýstir tú á “Godkend”.
Síðani kemur ein mynd fram um, at broytingarnir eru móttiknir. Tú vilt fáa eina nýggja uppgerð seinni, tí SKAT skal fyrst góðkenna, at tú lýkur treytirnar fyri føroyafrádrátti. Tú fært boð við telduposti, tá ið nýggja uppgerðin er klár.
Trýst á “Afslut”.
