Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
oktober 24, 2014 by Ikke kategoriseret No Comments

Lesandi – Verkætlanir

Bachelor, Master ella Kandidat

 Í samband við okkara visjón, er Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmarkt í holt við eina menningartilgongd og bjóðar í hesum sambandi lesandi at gera verkætlanir, har ymisk arbeiðsøkir verða lýst og útgreinað innan okkara virkisøki, sosialt arbeiði/sosialar trupulleikar.

Ráðgevingin er ein sjálvsognarstovnur og endamálið hjá stovnininum er:

  • At veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing i socialum, persónligum og lestrarligum spurningum
  • At reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum,her og heima
  • At virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu øki

Ráðgevingin er eisini bindilið millum Føroyar og Danmark. Tí vil samanhangurin (konteksturin) Føroyar og Danmark innganga sum ein virkandi faktorur.

Vit kundu hugsað okkum, at verkætlaninar vóru skipaðar innan endamálið og at arbeiðssetningar – spurdómar verða í samstarvi við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Eisini er møguleiki fyri, at vit kunnu stuðla við innsamlan av empiri. Lesandi kunna sjálvi koma við hugskotum – hugmyndum í mun til teirra lestrarøki. Ráðgevingin hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um ymiskar arbeiðissetningar.

Vit hugsa breitt, so tað er ongin forðing fyri, at tað kunnu vera ymiskar útbúgvingar, ið eru í spæl.

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er samskapandi og sambindandi sosialráðgeving.

Sosialráðgevingin viðvirkar til nýggjar sjónvinklar og møguleikar, sum kunnu skapa menning, trygd og dygd fyri borgaran. Ráðgevingin veitir professionella heildarráðgeving og persónligan stuðul, sum altíð eru bundin og treytað av samanhanginum.

Um hetta hevur tín áhuga sum lesandi, ert tú vælkomin at senda ein mail til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark radgevingin@radgevingin.dk , innan 17. november 2014 við upplýsningum um navn, útbúgving/lestrarøki og grundgeving um hvussu/hví hettar hevur tín áhuga. Og um tú longu hevur tonkt ein arbeiðissetning ella spurdóm ella nakrar reflektiónir, er tú vælkomin at senda tað við. Vit vilja kontakta teg aftur í viku 47.

Um tað eru nógv lesandi sum hava áhuga í hesum, vilja vit gera eina raðfestan.

 

 

 

 

Comments are closed.