Í samband við einari lógarbroyting viðvíkjandi ‘Børne- og ungeydelse’, ‘Børnetilskud’ og ‘forskudsvis udbetaling af børnepenge’, kunnu føroyingar ið fluttu til Danmarkar í 2012 og blivu rakt av ‘upptjeningsprincippinum’ nú søkja um at fáa barnaveitingar afturvirkandi frá 2012.
Mannagongd
Send eina skrivliga áheitan til Udbetaling Danmark, Familieydelser – digital post á borger.dk – við upplýsing um nær tú ert flutt/fluttur úr Føroyum til Danmarkar.Um tú ikki fyrr hevur latið inn skjalprógv fyri bústaðartíð í Føroyum, skalt tú senda eitt bústaðaryvirlit frá Landsfólkayvirlitinum við.
Søk um fult ‘Børne- og ungeydelse’ frá ársfjórðinginum aftaná flytingina.
Viðvíkjandi ‘børnetilskud’ og ‘forskudvis udbetaling af børnepenge’ er tað ein treyt at tú tú hevur søkt um veitingarnar í 2012.
