Nú ber eisini til at fara til Føroyar at søkja sær arbeiði og taka arbeiðsloysisstuðul við sær.
Avtala er gjørd millum Beskæftigelsesministeriet og Vinnumálaráðið um samskipan av arbeiðsloysistrygging.
Avtalan inniber, at arbeiðstøk við rætti til arbeiðsloysisstuðul kunnu frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka sín arbeiðsloysisstuðul við sær úr Danmark til Føroyar og umvent fyri at leita sær eftir arbeiði.
Arbeiðsloysisstuðulin kann útflytast í upp til 3 mánaðir, tó ikki longri enn tað tíðarskeið, tá ið rætturin til arbeiðsloysisstuðul er uppi.
Tú skal venda tær til tín a-kassa/als og søkja um at fáa dagpengar við tær í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fráferð.
Fert tú til Føroyar, skal tú innan 7 dagar melda teg arbeiðstøkan hjá Arbeiðsloysisskipanini. Við tær skal tú hava eina váttan (PD U2) frá tínum a-kassa. Fert tú frá Føroyum til Danmarkar, skal tú venda tær til eitt jobcentur við váttanini.
Avtalan liggur sum bilag 3 og 4 undir “Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland”
Link til bekendtgørelse og avtalu: https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=165950
