Broyting av ‘forskudsopgørelse’.
Um tú fert inn á heimasíðuna hjá SKAT – skat.dk – og loggar á við NemId ella TastSelv-kode, kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2015 sær út. Her kanst tú síggja hvat SKAT skrivar um tínar inntøkur, frádráttir og hvat tú kemur at gjalda í skatt fyri 2015.
Niðanfyri er ein videoleiðbeining og ein skrivlig leiðbeining.
Gev gætur:
Vit skulu gera vart við at SKAT hevur broytt heimasíðuna, tað er tí ikki samsvar millum skermmyndir í okkara leiðbeining og heimasíðuna hjá SKAT. Vel ‘forskudsopgørelse 2015’ og ger broytingar har. Heiti á ymisku teigunum eru tey somu.
Leiðbeining
Far inn á heimasíðuna hjá SKAT – skat.dk – og logga á við NemId ella TastSelv-kode.
Vel ’forskudsopgørelse 2015’
Tað er umráðandi at kanna eftir, um upphæddirnar eru rættar. Eru upphæddirnar ikki rættar, skalt tú broyta upphæddirnar.
Um tú ert lesandi og hevur rætt til føroyafrádrátt í 2015, skalt tú sjálv/sjálvur skriva føroyafrádráttin á ’forskudsopgørelsen’.
Undir ’Fradrag i personlig indkomst’ finnur tú teigarnar fyri føroyafrádrátti.
Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teigin ‘Fradrag for visse gæstestudende … (491) ‘. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr..
Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010 er frádrátturin býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagskapsfrádrátt.
Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teigin ‘Fradrag for visse gæstestuderende…. (437). Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 43.400 kr
Um tú forvinnur meira enn 43.400 kr., fert tú niður til ’Ligningsmæssige fradrag’. Her finnur tú teigin ’Fradrag for fiskere, DIS……’ og her skalt tú skriva Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddina í mesta lagi 36.000 kr..
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 10. Legg til merkis, at um tú ikki er lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.
Tá tú hevur skrivað upphæddir inn, fert tú niðast á síðuna og trýstir á ‘beregn’
Síðani kemur antin ein mynd fram við Godkend rettelser – trýst á ’godkend’
ella ein mynd við
broyttu upphæddunum og ein kassi – har tú skalt skriva viðmerkingar til broytingarnar. Um talan er um føroyafrádrátt og tú fyrr hevur fingið frádrátt kanst tú t.d. skriva ’Jeg er forsat studerende og søger om studerendefradrag til min lønindkomst’.
Trýst á ’send’
Tú fært síðani eina nýggja forskotsuppgerð.
