Tú kanst síggja ársuppgerðina hjá tær á heimasíðuni hjá SKAT – www.skat.dk – logga á við NemId ella TastSelv-kodu.
Les uppgerðina gjølla ígjøgnum og kanna eftir um tølini eru røtt.
Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2014, skalt tú skriva føroyafrádráttin á, tí tað hendir ikki automatisk. Í flestu førum vil tað standa ein írestandi skattur á uppgerðini. Niðanfyri er ein leiðbeining og ein videoleiðbeining um, hvussu tú skrivar føroyafrádráttin uppá uppgerðina.
Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt á ‘forskudsopgørelse’ fyri 2014, er neyðugt at senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2014 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádrátt koma ikki fram um tú ikki hevur havt frádráttin á ‘forskudsopgørelsen’. Leinkja til umsóknarblað: http://www.skat.dk/getFile.aspx?Id=105894
Um tú hevur havt inntøku í Føroyum/uttanlanda í 2014, skal inntøkan uppgevast í Danmark við at útfylla teigarnir undir ‘Udenlandsk indkomst’.
Minst til at broytingar skulu verða inni í seinasta lagi 1. mai 2014. Viðvíkjandi ‘Udvidet Selvangivelse’ og og ‘udenlandsk indkomst’ er freistin 1. juli 2014
Leiðbeining til føroysk lesandi – føroyafrádráttur og sjálvuppgáva
Um tú ert lesandi og hevur rætt til føroyafrádrátt í 2014, skalt tú sjálv/ur skriva føroyafrádráttin á ársuppgerðina. Far inn á heimasíðina hjá SKAT – skat.dk – og logga á við NemID ella TastSelv-kodu.
Undir Årsopgørelse velur tú “Ret årsopgørelse/selvangivelsen for 2014”. Um upphæddirnar í fortryktu teigunum eru rættar heldur tú áfram og fer niður til ‘Fradrag i personlig indkomst’. Her finnur tú teigarnar fyri føroyafrádrátt.
Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 71.000 kr..
Er lesturin byrjaður aftaná 31.12.2010 er frádrátturin býttur í tvey – føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 42.800 kr..
Um tú hevur fortjent meira enn 42.800 kr., fert tú niður til ‘Ligningsmæssige fradrag’. Her finnur tú teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og her skalt tú skriva Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddina í mesta lagi 36.000 kr..
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.
Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2014 og skal brúka Føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.
Tá tú hevur skrivað upphæddirnar inn, trýstir tú á ‘Godkend’.
Síðani kemur ein mynd fram um, at broytingarnar eru móttiknar. Trýst á ‘fortsæt’. Nú kenur ein mynd fram har tú kanst velja at síggja nýggju ársuppgerðina.
