Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
september 14, 2015 by Ikke kategoriseret No Comments

Áhugaverd lestrarstørv í Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark

Sum liður í okkara innsatsøki, at sjónliggera og betra um kunning og samskifti við/um Ráðgevingina, verður søkt eftir samskiftis- og/ella rektoriklesandi.

Talan er um 2 lønt størv 8 tímar um vikuna í 3 mánaðir.

Uppgávur
Lýsa, kanna, greina og betra samskifti á/um stovnin innanhýsis og uttanhýsis. Spennið í samskiftisuppgávunum er breitt, bæði innan  miðlan, tøkni, snið, miðil, arbeiðishátt og skipan.

Førleikakrøv
Tann lesandi skal verða lesandi við hægri lærustovn og hava lokið grund-útbúgving á bachelor-stigi.

Umsøkjarar hava góð samstarvsevnir, eru miðvísir og arbeiða sjálvstøðugt.

Starvsstað
Innsavnan av data í Ráðgevingini og annars arbeiða heima.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Randi Johannesen, sosialráðgeva á tlf. 33 23 99 80 ella randi@radgevingin.dk

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast við telduposti til radgevingin@radgevingin.dk

Umsóknarfreist: 30. september 2015

Nærri upplýsing um stovnin er at finna á  heimasíðuni: www.radgevingin.dk

 

Comments are closed.