Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
februar 17, 2016 by Skattur No Comments

Hovedkort – Bikort – Bruttotrækkort.

Tá tú hevur føroyafrádrátt, verður frádrátturin lagdur afturat persónsfrádráttinum á høvuðskortinum. Vanliga verður høvuðskortið við frádráttinum brúkt til SU og bikortið við trekkprosenti uppá umleið 37 %  brúkt til arbeiðsinntøkuna. Tað kann verða trupult at rinda tann rætta skattin við høvuðskorti og bikorti, tá tú hevur føroyafrádrátt, tí tá kemur tú at gjalda 37  % í skatti av antin SU ella lønini.

Um frádrátturin er hægri enn SU, fært tú ikki útnyttað føroyafrádráttin fult út. Tað besta vil verða at biðja SKAT um eitt bruttotrekkort. Við einum bruttotrekkorti rindar tú sama prosent í skatt av allari inntøkuni (løn+SU). Prosentið verður roknað út eftir, hvussu nógv prosent tú skalt rinda í skatt av samlaðu inntøkuni fyri at gjalda tann rætta skattin av SU (umleið 850 kr. um mánaðin).

Tað er umráðandi, at tú uppgevur væntaðu inntøkuna so neyvt sum gjørligt og heldur í minna lagi, tí tú kanst altíð broyta/hækka inntøkuna í árinum. Tú fært ágóðan av føroyafrádráttinum við einum bruttotrekkorti – skattur verður trektur bæði av SU og løn, men við einum lægri trekkprosenti.

Tú kanst senda ein teldupost til SKAT, á skat.dk logga á við NemID og velja ’Kontakt’ og ’Skriv email’ og skriva, at tú fegin vilt biðja um eitt bruttotrekkort fyri at koma at rinda rætta skattin.

 

Comments are closed.