Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
juli 25, 2016 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Kunningartiltak fyri teg, ið fer undir víðari lesnað uttanlands. Ráðgevingin luttekur saman við umboðum fyri EIK, MFS og ASK.    

 

Pisudagar 2016

Týskvøldið 2. august kl. 19.00 á deildini hjá Eik í Klaksvík

Mikukvøldið 3. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

Skrá

  • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan
  • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
  • Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti
  • Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
  • Eftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik og Ráðgevingini nærri spurningar
  • At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman.

 

 

 

 

Comments are closed.