Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
august 22, 2016 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgeving til føroysk lesandi í Aarhus – 27. august 2016 kl. 15.00.

Í sambandi við at nógvir føroyingar um hesa ársins tíð fara niður til Danmarkar at lesa, fáa lesandi í Aarhus eisini møguleikan at venda sær til Ráðgevingina. Sosialráðgevararnir báðir fara ein túr til Jútlands at greiða frá virkseminum, umframt at kunna um ávís evni, m.a. um føroyafrádrátt, SU, stuðulsmøguleikar s.s. barnaveitingar, ferðastuðul og “boligstøtte”.

Hóast tiltakið helst verður merkt av evnum, sum serliga hava við útbúgving at gera, eru allir føroyingar í umráðnum vælkomnir á fundin. Eftir framløguna verður høvi at fáa persónliga ráðgeving og eru øll tí vælkomin at koma við ítøkiligum spurningum.

Tað er Føroyingafelagið í Aarhus, sum saman við Ráðgevingini skipar fyri tiltakinum. Føroyingafelagið heldur til í kjallarahølunum á Hermodsvej 3a í Åbyhøj.

 

 

Comments are closed.