Vit hava gjørt tykkum vegleiðingar til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2016, sí niðast fyri skrivliga og videovegleiðingar.
Fekst tú føroyafrádrátt í 2016, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.
Hevði tú ikki føroyafrádráttin á forskotsuppgerðini fyri 2016, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2016 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann áður.
Gevið eisini gætur, at føroyafrádrátturin ikki kann vera størri enn inntøkan fyri árið, umframt at frádrátturin einans verður roknaður eftir hvussu leingi tú hevur búð niðri. Við øðrum orðum fært tú tilsvarandi lægri frádrátt, um tú bert hevur búð og arbeitt í Danmark ein part av árinum.
Sí skrivligu vegleiðingina her
Sí videovegleiðingina her:
