Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 11, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2017, sí niðast fyri videovegleiðing.

Fekst tú føroyafrádrátt í 2017, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.

Hevði tú ikki føroyafrádráttin á forskotsuppgerðini fyri 2017, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2017 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann áður.

Gevið eisini gætur, at føroyafrádrátturin ikki kann vera størri enn inntøkan fyri árið, umframt at frádrátturin einans verður roknaður eftir hvussu leingi tú hevur búð niðri. Við øðrum orðum fært tú tilsvarandi lægri frádrátt, um tú bert hevur búð og arbeitt í Danmark ein part av árinum.

 

Comments are closed.