Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
juni 15, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Vit hava fingið nógvar fyrispurningar eftir, at SKAT hevur sent út ein teldupost til fleiri føroyingar í Danmark. Her hava vit samlað saman vegleiðandi kunningartilfar.

Fleiri hava fingið teldupost frá SKAT, har sagt verður frá, at SKAT hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2016. Upplýsingarnir, sum SKAT hevur móttikið frá Taks, er inniogn í føroyskum peningastovnum, rentuinntøkur og innistandandi í pensjónsskipanum. Hesar sært tú, um tú ritar inn á sjálvavgreiðsluna hjá SKAT.

SKAT hevur ikki sett upplýsingarnir á ársuppgerðina, men tú skalt kanna eftir um upplýsingarnir eru rættir, og seta upphæddirnar inn á sjálvuppgávuna. Um tú ikki er samd/ur í upphæddunum, skalt rætta tað við at fylgja vegleiðingini í teldupostinum frá SKAT.

Um tú hevur havt inntøkur í Føroyum, skulu hesar inntøkur eisini uppgevast til SKAT. Hóast tú hevur varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum sum lesandi, ert tú eisini fult skattskyldug/ur í Danmark og hevur tískil skyldu at uppgeva allar inntøkur.

Hevði tú inntøku úr Føroyum í 2016 og 2017, sum tú manglar at uppgeva, kanst tú fylgja hesi leinkjuni: Føroyafrádráttur

Leita tær síðani oman til »Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur«. Har hava vit nakrar vegleiðingar til hvussu tú skalt uppgeva útlendsku inntøkuna hjá tær.

Hevur tú rætt til føroyafrádrátt, kanst tú søkja um at fáa útlendsku inntøkuna undir Føroyafrádráttin eisini.

Ofta settir spurningar

Eg flutti til Danmarkar í 2016, skal eg so upplýsa mína føroysku inntøku frá áðrenn?

  • Tað er einans tann inntøkan, sum tú hevur forvunnið eftir at tú ert flutt/ur til Danmarkar, sum er skattskyldug í Danmark. Flutti tú til dømis til Danmarkar um heystið í 2016, er tín føroyska inntøka í tíðarskeiðinum áðrenn ikki skattskyldug í Danmark. Men rita inn á tast-selv og kanna, at skattauppgerðin hjá tær sær røtt út.

Eg havi varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum – skal eg hóast tað upplýsa føroyskar inntøkur fyri SKAT?

  • Ja, inntøkan skal uppgevast sjálvt um tú hevur varðveitt fulla skattskyldu sum lesandi í Føroyum, tí tú ert samstundis fult skattskyldug/ur í Danmark. Tó ber til at fáa Føroyafrádrátt til føroysku inntøkuna (sí niðanfyri).

Eg havi fingið almennan stuðul úr Føroyum. Skal hann eisini upplýsast fyri SKAT?

  • Um tú hevði bústað í Danmark í tíðarskeiðnum, skalt tú uppgeva hvat tú hevur fingið útgoldið. Somuleiðis skalt tú kunna um hvussu nógvan skatt tú hevur goldið í Føroyum, soleiðis at SKAT kann geva ein frádrátt í útroknaða skattinum, og tú ikki verður dupultskattað/ur.

 
Føroyafrádráttur til útlendsku inntøkuna
Tað er týdningarmikið, at tú tryggjar tær, at Føroyafrádrátturin verður settur rætt inn, soleiðis at hann fevnir rætt um tínar inntøkur.

Fyri 2016 var samlaði Føroyafrádrátturin áljóðandi 45.000 kr (#437 Fradrag for visse gæstestuderende) og Ríkisfelagsskapsfrádrátturin 36.000 kr (#54 Fradrag for fiskere, DIS begrænset fart mv.) fyri alt skattaárið*.

Legg inntøkurnar hjá tær úr Føroyum og Danmark saman, og síðani skalt tú seta tær fyrstu 45.000 krónurnar á teig 437 (Fradrag for visse gæstestuderende) og tær næstu 36.000 á teig 54 (Fradrag for fiskere, DIS begrænset fart mv.). Frádrátturin hjá tær kann ikki vera hægri enn samlaða inntøkan hjá tær.

Tíanverri loyvir tast-selv tænastan hjá SKAT ikki, at tú sjálv/ur setur inn eina upphædd í teig 437, sum er hægri enn upphæddin í teigi 11 (fyri tína donsku lønarinntøku). Tískil skalt tú senda ein teldupost til SKAT, har tú greiðir frá hvussu tey skulu seta upphæddirnar inn.

Í einum hugsaðum dømi, kanst tú skriva:

»Som færøsk studerende har jeg ret til Gæstestuderende- og Rigsfællesskabsfradraget efter DBO artikel 20 og Ligningslovens §8u. Dog skal fradraget i rubrik 437, “Fradrag for visse gæstestuderende begyndt efter den 31.12.2010” være helt brugt (op til 45.000 kr) før det bliver delt op til rubrik 54, “Fradrag for fiskere, DIS begrænset fart mv.” (max 36.000 kr).

Min opgørelse burde derfor være:
Lønindkomst: 55.000 kr
Udenlandsk indkomst: 20.000 kr

I alt: 75.000 kr

(437) “Fradrag for visse gæstestuderende…”: 45.000 kr
(54) “Fradrag for fiskere..”: 30.000 kr

Forhåbentlig får I sat rettelserne ind på mine vegne, da der er en stopklods i tast-selv, som forhindrer at felt 437 kan indeholde et højere beløb end hvad der står i rubrik 11 for lønindkomst.«

 

Tá ið tú hevur sent sjálvuppgávuna, fært tú eina sjálvvirkandi útrokning, sum oftast ikki hevur frádráttin við – tískil kanst tú vænta tær eina skeiva upphædd (oftast at rinda aftur eina stóra upphædd) at byrja við. Frádráttirnir skulu setast inn manuelt av starvsfólki á SKAT, og tískil skalt tú bíða inntil svar er komið upp á tín teldupost, áðrenn uppgerðin hjá tær er rættað til.

*Frádrátturin verður lutfalsliga lægri fyri tey, sum ikki búðu í Danmark alt 2016. Flutti tú til dømis til Danmarkar í september í 2016, hevur tú rætt til 4/12 av teimum 45.000 og 36.000 krónunum í frádráttum – altso, ávikavist 15.000 kr í Føroyafrádrátti og 12.000 kr Ríkisfelagsskapsfrádrátti.

Comments are closed.