Hvussu kann ein fáa SU útgjaldið, um ein hvørki hevur NemID ella fastan bústað í Danmark?
Vit hava eina vegleiðing til tykkum her:
1. Um tú hvørki hevur ein skrásettan bústað ella danskt CPR, skalt tú fyrst og fremst útfylla hetta umsóknarblaðið.
- Tað fullfíggjaða oyðublaðið skalt tú lata tínum útbúgvingarstovni, saman við einum avriti av tínum passi.
- Síðani fært tú eitt bræv sendandi frá SU-styrelsen við tínum danska CPR nummarið.
2. NemID
- Hav títt danska CPR við á Borgerservice í tínari kommunu, soleiðis, at tú kanst fáa útflýggjað títt NemID.
- OBS! Borgerservice krevur í flestu førum at tú, umframt pass, hevur eitt vitni við, sum kann vátta tín samleika. Vitnið skal hava havt sítt NemID í minsta lagi 30 dagar.
3. Søk SU
- Leita tær á su.dk, og rita inn á ‘Min SU’.
- OBS! Tá ið tú søkir SU uttan fastan bústað í Danmark, skalt tú skráseta teg sum fastbúgvandi uttanlands.
- Undir teigunum “Særlige bopælsforhold” – “Fast bopæl i udlandet” – “Flytter du til udlandet eller bor du allerede i udlandet?” skalt tú tískil seta x við ”Ja”.
