Í dag tók Bjørg Svartá við starvi sum sosialráðgevi hjá okkum á Ráðgevingini.
Hon er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur harafturat diplomútbúgving í sosialum arbeiði.
Bjørg hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi innan bæði tað almenna og privata øki. Í 13 ár starvaðist hon hjá eini kommunu við fjølbroyttum uppgávum, tó serliga við sjúkradagpeningi. Seinastu 11 árini hevur hon starvast í eini fyritøku, som loysir arbeiðsmarknaðaruppgávur fyri kommunur, umframt at veita víttfevnandi ráðgeving og stuðul innan sosiala økið.
Vit eru ógvuliga fegin um at fáa ágóðan av hennara royndum og vitan í Ráðgevingini.
Samband
Strandgade 91, 4.
1401 København K
Tlf. 33 23 99 80
T-postur: radgevingin@radgevingin.dk
Sikker mail
Upplatingartíðir
Mánadag 11:30 - 15:30
Týsdag 13:00 - 17:00
Mikudag 11:30 - 15:30
Hósdag 11:30 - 15:30
Persónlig viðtala eftir avtalu
Ráðgevingin á Facebook
3 døgum síðani
2 vikum síðani
2 mánaðum síðani
2 mánaðum síðani
