Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
oktober 10, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

10. oktober lata vit upp í nýggjum hølum á Norðuratlantsbryggju, Strandgade 91.

Vit hava fingið innivist í søguliga norðuratlantiska mentanardeplinum, meðan Føroyahúsið er undir umvæling, og koma at húsast á fjórðu hædd saman við føroysku sendistovuni.

Upplatingartíðirnar hjá okkum eru óbroyttar, tó at persónlig viðtala eftir klokkan 16.30 mikudagar, einans er eftir avtalu. Telefonnummarið tað sama, og vit gleða okkum at taka í móti tykkum í snotiligu umstøðunum á gamla havnarøkinum í Keypmannahavn.

Fyri at koma inn á skrivstovuna, skulu tit minnast til at ringja á duraklokkuna hjá føroysku sendistovuni (har tað stendur »móttøka«).

Sí annars her, um hvussu tú kanst koma gátt ella seta teg í samband við okkum.

Comments are closed.