Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
november 21, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

 

Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á forskotsuppgerðina frá SKAT fyri 2019, sí niðast fyri videovegleiðing.

Nú er klárt at seta inn tær upphæddirnar, sum tú væntar at forvinna fyri komandi ár. Ert tú lesandi við einum starvi afturat lesnaðinum, kanst tú eisini fáa Føroyafrádrátt til arbeiðsinntøkuna hjá tær.

Tað er týdningarmikið at tú fyrst søkir um at fáa Føroyafrádrátt – hevur tú áður fingið Føroyafrádrátt, skalt tú framvegis minnast til at seta Føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina hjá tær fyri komandi ár.

Kanna og rætta eisini í upphæddunum, sum longu eru settar inn á forskotsuppgerðina hjá tær, soleiðis, at tú verður skattað/ur rætt.

Gevið eisini gætur, at føroyafrádrátturin ikki kann vera størri enn samlaða inntøkan fyri árið, umframt at frádrátturin einans verður roknaður eftir hvussu leingi tú hevur búð niðri. Við øðrum orðum fært tú tilsvarandi lægri frádrátt, um tú bert hevur búð og arbeitt í Danmark ein part av árinum.

Í videovegleiðingini niðanfyri finnur tú nærri kunning um hvussu tú skalt gera:

Comments are closed.