Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
februar 21, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Fleiri hava fingið teldupost frá Skattestyrelsen, har sagt verður frá, at skattestyrelsen hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2017. Upplýsingarnir, sum Skattestyrelsen hevur móttikið frá TAKS, er inniogn í føroyskum peningastovnum, rentuinntøkur og innistandandi í pensjónsskipanum. Hesar sært tú, um tú ritar inn á sjálvavgreiðsluna hjá skat.dk undir “Skatteoplysninger” 2017.

Skattestyrelsen hevur ikki sett upplýsingarnir á ársuppgerðina, men tú skalt kanna eftir um upplýsingarnir eru rættir, og seta upphæddirnar inn á ársuppgerðina/sjálvuppgávuna. Viðvíkjandi innistandandi í pensjónsskipanum, er ongin teigur til hesa upphæddina. Vit er tí í ferð við at kanna hetta nærri.

Um tú ikki er samd/ur í upphæddunum, skalt tú rætta tað við at fylgja vegleiðingini í teldupostinum frá Skattestyrelsen.

Um tú hevur havt inntøkur í Føroyum, skulu hesar inntøkur eisini uppgevast í Danmark við at útfylla teigarnar undir ‘udenlandsk indkomst’.

Hóast tú hevur varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum sum lesandi, ert tú eisini fult skattskyldug/ur í Danmark og hevur tískil skyldu at uppgeva allar inntøkur. Hevur tú rætt til føroyafrádrátt, kanst tú søkja um at fáa útlendsku inntøkuna undir Føroyafrádráttin eisini.

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2017 og skal brúka Føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til Skattestyrelsen umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku. Tú kansst fylgja hesi leinkjuni: Føroyafrádrátt

Leita tær síðani oman til »Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur«. Har hava vit nakrar vegleiðingar til hvussu tú skalt uppgeva útlendsku inntøkuna hjá tær.

Comments are closed.