Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 12, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ársuppgerðin fyri 2018 er nú tøk á heimasíðuni hjá SKAT, og vit hava gjørt tykkum nakrar videovegleiðingar niðanfyri.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2018, skalt eisini tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin á ársuppgerðina, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini, sum broytist, tá ið tú hevur sett føroyafrádráttin inn.

Hevði tú ikki føroyafrádráttin á tíni forskotsuppgerð fyri 2018, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2018 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann áður.

Minst til, at hevur tú havt lønt arbeiði uttanfyri Danmark undir lestrartíðini – t.d. í summarfrítíðini – skal hendan inntøkan eisini fráboðast SKAT umvegis eina sjálvuppgávu. Tó er útlendska inntøkan eisini fevnd av føroyafrádráttinum, um tú hevur rætt til frádráttin.

Vegleiðingarnar vísa hvussu ein skal seta føroyafrádráttin á uppgerðirnar – bæði til vanliga inntøku í Danmark og inntøku frá t.d. summararbeiði í Føroyum undir lesnaðinum – umframt vísa vit á hvussu ein skal kunna um síni útlendsku peningaviðurskifti, eftir brævinum frá danska skattastýrinum.

Freistin at rætta í vanligu ársuppgerðini er 1. mai 2018, og fyri sjálvuppgávuna er freistin 1. juli 2018.

1. Arbeitt í Danmark undir lestrartíðini:

 

2. Arbeitt uttanlands undir lestrartíðini - t.d. summararbeiði í Føroyum

Hevur tú ikki kunnað um tína útlendsku inntøku á forskotsuppgerðini, ella hevur tú áður gjørt sjálvuppgávu, kann tað koma fyri, at tú fært eini boð um, at ‘ársuppgerðin ikki er klár’.

Tó ber oftast framvegis til, at gera sjálvuppgávuna, og tú kanst fylgja vegleiðingini her:

Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at ársuppgerðin hjá tær ikki verður tøk beinanvegin eftir sjálvuppgávuna, men at ein málsviðgeri hjá SKAT skal hyggja at henni fyrst. Tú fært eini boð á e-boks ella borger.dk, tá ið uppgerðin er viðgjørd.

Vit viðmæla tó, at tú ringir til SKAT fyri skjótari avgreiðslu.

3. Hvørjar upplýsingar skalt tú lata SKAT, eftir brævinum úr Skattestyrelsen?

Í februar sendi danska skattastýri út fráboðan um upplýsingarskyldu viðvíkjandi útlendskum peningaviðurskifti, sambært millumtjóðaavtalum.

Tað vil siga, at t.d. TAKS og SKAT skifta um upplýsingar um peningaviðurskiftini hjá borgarum, sum eitt búgva í Danmark, men hava føroyskar peningastovnar/pensjón/fastogn.

Hevði tú innistandandi í føroyskum peningastovnum ella rentuinntøkur pr. 31. desember 2017 og 2018, skulu hesar tískil fráboðast SKAT, eins og í vegleiðingini her:

Fært tú eitt pensjónsútgjald, skalt tú, sambært SKAT, eisini lata upplýsingar inn við at útflýggja hetta skjalið.

 

 

Comments are closed.